Søgan

Í kjallaranum hjá Maluni Fosaa í Hoyvík er ein lítil oasa. Ein verkstaður. Eitt kreativt andahol og tvey arbeiðspláss, tað er nevniliga her, Malan Fosaa og dóttirin Oda í framleiða taskur og smúkkur úr laksaskræðu kópaskinni og seyðaskinni.

Tað eru 8 ár síðani, Malan setti hol á taskuævintýrið, hon var 54 ár og til reiðar til eitt lív sum sjálvstøðug. Eitt lív sum sniðgevi umgird av føroyskari fiskaskræðu, leðri og skinni. – Eg hugsaði, at nú fari eg undir okkurt, sum eingin annar nakrantíð hevur gjørt í Føroyum. Nú fari eg at gera taskur og smykkur. Tað vísti seg skjótt at vera eitt gott hugskot, Efturspurningurin var stórur og hevur veri tað síðan.

Allir lutirni hjá Fosaa eru hondgjørdir við dugnasemi og næriagni av sniðgevinum Maluni Fosaa og dóttruni Odu. Ikki tveir lutir eru eins, men allir bera eyðkennini av dygdargðoðum handverki. Vørurnar hjá Fosaa eru gjørdar úr rávøru úr norðanlondum. Fiskaskræða úr Føroyum, kópaskinni úr Grønlandi og seyðaskinni úr Íslandi. Bert tær bestu rávørunar verða nýttar til vørunar hjá Fosaa.

Vørurnar hjá Fosaa fáast eisini: 

  • Østrøm í Tórshavn
  • Tax-free hndilin á flogvøllinum
  • Kunningardiskurin á flogvøllinum
  • Smyril
  • Hotel Hafnia
"Tann dagin vit føla at vit ikki megna at fylgja við, er tann dagin vit steðga.
Hetta er handverk, og tað skal ikki útveitast til nakra aðrastaðni í verðini"
Malan & Oda Fosaa
Sniðgevi & eigari
Shopping Cart
Scroll to Top